Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, hevur ongar ætlanir um at gera nakað við Kringvarp Føroya í samband við ’Huawei-málið’, har fútabannaðar upptøkur hava likið út til danskar fjølmiðlar.
Tað sigur Jenis av Rana í skrivligum svari til spurning frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni fyri Fólkaflokkin.
Jenis av Rana greiðir unga tingmanninum frá, at Kringvarp Føroya er skipað sum stovnur, sum er óheftur av politisku skipanini, og at tað tí ikki er upp til landsstýrismannin at taka stig, um tað skuldi verið neyðugt.
Jóhan Eli Poulsen spurdi í fyrstu atløgu, um landsstýrismaðurin fer at áleggja kringvarpsstjóranum at kanna, hvør hevur likið út upptøkurnar.
Til hetta svarar landsstýrismaðurin, at tað er kringvarpsstýrið saman við ovastu leiðsluni á stovninum, sum hava yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini verða fylgdar. Tað er eisini stýrið, sum setir og loysir úr starvið kringvarpsstjóran.
- Landsstýrismaðurin hevur tí onga heimild at geva stjóranum í Kringvarpi Føroya tænastuboð um virksemið á stovninum, skrivar Jenis av Rana í svarinum og leggur afturat:
- Í mun til Kringvarp Føroya sum stovn er tað sostatt upp til stýrið og stjóran at meta um, hvørt nakað óregluligt er farið fram, eins og um og á hvønn hátt hetta eigur at verða kannað.
Í øðrum lagið spurdi løgtingsmaðurin, um ’hátturin, sum upptøkan er gjørd uppá’ fær avleiðingar, sigur Jenis av Rana:
- Er nakað óregluligt farið fram í sambandi við “háttin, sum upptøkurnar eru gjørdar uppá” finnast reglur í revsilógini og løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd, ið viðvíkja tí. Hesar reglur eru undir málsræðinum hjá ávíkavist løgregluni/ákæruvaldinum og Fjølmiðlanevndini. Í síðsta enda vildi tað tí verði dómsvaldið, ið tók støðu til møguligar rættarligar avleiðingar.
Í tirðja lagið varð Jenis av Rana spurdur um, hvussu hann ætlar at tryggja, at KvF ikki frameftir miðlar upplýsingar, sum kunnu seta landsins virði og trúðvirði í vanda. Til hetta svarar Jenis av Rana:
- Eitt og hvørt inntriv, sum eg sum landsstýrismaður kundi framt hesum viðvíkjandi, hevði ikki verið sambæriligt við skipanina, ið Føroya Løgting hevur samtykt fyri stovnin. Stýrið og stjórin fyri Kringvarp Føroya hava ábyrgdina av at tryggja, at stovnurin virkar í samljóði við lógir landsins, eins og við fjølmiðlaetisku reglurnar. Sum landsstýrismaður, ið varðar av Kringvarpi Føroya, eigi eg – við virðing fyri lógini, ið skipar økið, og fyri grundlógartryggjaðu frælsisrættindunum – at kunn líta á, at stjórin fyri Kringvarp Føroya, stýrið fyri Kringvarp Føroya, Fjølmiðlanevndin og løgreglan og ákæruvaldið røkja tær skyldur, tey hvørt í sínum lagi eru sett til at røkja. Svíkja hesi uppgávu sína, havi eg møguleika fyri at gera broytingar í stýrinum, um eg meti, at tað kann bøta skaðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald