Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur verið fyri atfinningum, síðan hann fríggjadagin boðaði frá, at USA fór at senda tyssibumbur til Ukraina, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum hevur nú sent amerikanska sendiharranum í Danmark, Alan Leventhal eitt bræv, har hann kemur við einari áheitan á Biden um at sleppa ætlanini um at senda bumburnar til Ukraina.
– Tað, sum óseka sivila fólkið í Ukraina og Russlandi hevur upplivað seinastu 16 mánaðirnar er ein skomm fyri heimin, og kann tað ikki verða fordømt nóg harðliga, sigur Jenis av Rana, men kortini metir hann, at tað fer at gera ilt verri, og at krígsbrotsverkini, sum verða framd í dag, fara at hava avleiðingar langt inn í framtíðina.
– Heldur enn at eskalera kríggið á hendan hátt, heita vit á tykkara tjóð um enn einaferð at traðka fram og gera eina nýggja roynd at mekla, so hetta ónda kríggið kann fáa ein enda, sigur Jenis av Rana.
– Tað var ein torfør avgerð
Ein tyssibumba er eitt tyssi av smærri bumbum, sum kunnu spjaðast yvir eitt stórt øki, og tí kunnu tær verða vandamiklar fyri sivilfólk, eisini langt aftaná, at bumban er slept.
Tyssibumbur eru bannaðar í fleiri enn 100 londum, og tá russar brúktu vápnini móti ukrainum í fjør, varð sagt úr Hvítu Húsunum, at talan var um møgulig krígsbrotsverk.
Biden sigur, at avgerðin um at geva ukrainum tyssibumbur var torfør, men at hann er sannførdur um, at Ukraina hevur tørv á teimum.
Jake Sullivan, trygdarráðgevi hjá amerikonsku stjórnini sigur sambært Time, at sjálvt lond, sum hava bannað hesi vápnini skilja avgerðina hjá USA.
Tey sameindu "skilja munin millum Russland, sum brúkar tyssibumbur at leypa á Ukraina og Ukraina, sum brúkar tyssibumbur fyri at verja íbúgvar og landaøki", sigur Sullivan.
– USA fer ikki at lata Ukraina vera verjuleyst í hesum stríðnum, soleiðis er tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald