Mentan

Jennifer Aniston sligið met hjá Harry prinsi og Meghan

"Friends"-stjørnan er tann, sum hevur verið skjótast um at fáa eina mió. fylgjarar á Instagram

Jennifer Aniston (Mynd: EPA)

Jennifer Aniston (Mynd: EPA)

2019-10-17 20:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska sjónleikarinnan, Jennifer Aniston, sum gjørdist heimskend sum Rachel Green í sjónvarpsrøðini "Friends", hevur í vikuni sligið eitt serligt heimsmet hjá Harry prinsi og hertogafrúuni Meghan.

50 ára gamla Jennifer Aniston er nevniliga tann, sum hevur verið skjótast um at fáa eina mió. fylgjarar á Instagram.

Hetta upplýsir Guinness World Records sambært TV2.

Tað tók bert Jennifer Aniston 5 tímar og 16 minuttir at fáa eina mió. fylgjarar, eftir at hon hevði almannakunngjørt sína fyrstu Instagram-mynd fyrradagin, 15. oktober.

[object Object]Fyrsta Instagram-myndin hjá Jennifer Aniston. Her er hon saman við hinum høvuðsleikarunum í "Friends", Matthew Perry, Lisa Kudrow, Corteney Cox, David Schwimmer og Matt LeBlanc (Mynd: Instagram)

Í skrivandi stund hevur Jennifer Aniston 12 mió. fylgjarar.

Triðju ferð metið verður sligið

Hetta er triðju ferð, at hetta metið verður sligið í ár.

Áðrenn 15. oktober vóru tað Harry prinsur og hertogafrúan Meghan, sum áttu metið. Tað tók teimum 5 tímar og 45 minuttir at fáa eina mió. fylgjarar, eftir at tey fingu sær ein felags Instagram-brúkara í apríl.

Áðrenn Harry og Meghan var tað koreanska poppstjørnan Kang Daniel, sum átti metið. Hann kom upp á eina mió. fylgjarar eftir 11 tímum og 36 minuttum og tók harvið metið frá Frans páva, sum hevði havt tað í trý ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder