Innanlands

Jenny A. í Heiðunum nýggjur leiðari á Hotel Havgrím

Hon kemur úr starvi sum leiðari í Gist&Vist-samtakinum

Jenny A. í Heiðunum og Beinta Rasmussen

Jenny A. í Heiðunum og Beinta Rasmussen

2021-07-02 15:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

1. juli var leiðaraskifti á Havgrím Seaside Hotel 1948. Henda dagin legði Beinta Rasmussen frá sær og Jenny A. í Heiðunum tók við leiðsluni.

Beinta, sum er útbúgvin tænari á Hotel Føroyum, arbeiddi aftaná á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, har hon millum annað var við til at menna brasseríið.

Í 2009 setti Beinta, saman við mammu síni Lis Eklund, Kaffihúsið á stovn. Har starvaðist hon sum dagligur leiðari til hon og mamman keyptu gomlu kommandørhúsini Yviri við Strond við tí fyri eyga, at innrætta tey til hotel. Hotellið lat upp í apríl 2018, og síðani hevur Beinta verið dagligi leiðarin.

Eftir 12 árum sum leiðari í familjufyritøkuni, hevur Beinta hug at royna okkurt annað, og hevur tí valt at lata leiðarastarvið frá sær. Eigarar og nevnd halda fram sum áður.

Jenny, sum tók við starvinum, hevur drúgvar royndir frá hotel- og tænastuvinnuni. Hon hevur síðani 1996 starvast á Hotel Hafnia, Hilton Copenhagen Airport, Hotel Føroyum - sum Event Manager, og seinastu 5 árini sum leiðari á Hotel Tórshavn, hvonn, Hotel Vágum og eta hjá Gist&Vist-samtakinum.

Í sambandi við leiðaraskiftið verður móttøka á Havgrím Seaside Hotel 1948, Yviri við Strond 14, mánadagin, 5. juli millum kl. 15-17. Tá er møguleiki hjá øllum at síggja hotellið og heilsa uppá farandi og komandi leiðara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder