Leiklistaráðið hevur á fundi mikudagin einmælt samtykt at seta Jenny C. Petersen sum stjóra á Tjóðpalli Føroya næstu fimm árini.
Jenny C. Petersen hevur drúgvar royndir sum stjóri á Tjóðpallinum, har hon hevur sitið í fimtan ár, og hon hevur eitt breitt innlit og tiltknýti til mentanarliga økið, umframt royndir og førleikar innan yrkisleiklistaliga økið, umsiting og framleiðslu av leikum. Jenny hevur seinastu nógvu árini áhaldandi víst á úrslit á høgum listarligum støði, hevur megnað at seta á pall upprunaføroysk handrit og hevur verið við til at tryggja breið samstørv innan listarliga økið.
Tá freistin var farin 6. januar í 2020, vóru 15 umsøkjarar til starvið. Við støði í krøvunum, sum sett vóru í lýsingini, valdi Leiklistaráðið nakrar umsøkjarar til samrøðu.
Setanartilgongdin var skipað í tveimum samrøðuumførum, umframt testum við uttanhýsis ráðgeva millum samrøðuumførini. Leiklistaráðið hevur í setanartilgongdini lagt dent á hesi krøvini:
• Leiklistaliga, leiklistafrøðiliga útbúgving ella samsvarandi royndir innan leiklistaliga økið.
• Útbúgving ella royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring.
• Visjónir fyri føroyskari leiklist og fyri framtíðar føroyska Tjóðpallin.
• Evnini og viljan at samstarva breitt, við allar týðandi tættir í føroyska leiklista- og mentanarumhvørvinum.
• Áræði og evnini at vera ein virkin viðleikari í skapanini av nýggja Tjóðleikhúsinum.
Ein av stórstu uppgávunum hjá stjóranum komandi fimm árini, verður tilgongdin at byggja nýtt Tjóðleikhús, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum sigur vera ein av hansara fremstu uppgávum í hesi hesi tingsetu.
Í hesi tilgongdini er týdningarmikið, at stjórin hevur fingurin á pulsinum bæði politiskt og listarliga, og at stjórin somuleiðis tryggjar, at føroyski áskoðarin eisini hevur atgongd til dygdargóða list.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald