Mikudagin var ársaðalfundurin hjá Tónleikasambandi Føroya hildin í Perluni í Tórsgøtu í Havn.
Á fundinum greiddi Dánjal Dam á Neystabø, formaður síðan 2022, frá stóra virkseminum, sum hevur verið í Tónleikasambandinum. Nógv er fingið á skaftið seinastu árini, eitt nú hevur sambandið nú eina fasta játtan á fíggjarlógini, og hevur fingið í lag nýggja stuðulsskipan, Økistónar, til konsertfyriskiparar, umframt at umsita skipanina.
Aftur at dagliga rakstrinum og umboðanini av limafeløgunum og føroyskum tónleiki her heima og uttanlands, hevur nevndin m.a. skipað fyri orðaskiftum um eitt nú vitlíki, javnstøðu og politikk, upp til løgtingsvalið. Og nú ber til hjá limafeløgunum, at leita sær løgfrøðiliga hjálp, við at venda sær til Tónleikasambandið. Nevndin hevur eisini sett gransking í verk, sum skal hjálpa at kortleggja tónleikaumhvørvið, soleiðis at Tónleikasambandið framhaldandi kann ráðgeva mynduleikum, sum ynskja at virka tónleikinum at frama.
Marianna W. Nagata og Dánjal Dam á Neystabø, ið hava sitið í nevndini síðani ávikavist 2022 og 2023 stillaðu ikki upp aftur til endurval. Nýggj í nevndini eru Jenný Á Kragesteen og Jón Klæming Hoftaard.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
- Jenný A. Kragesteen, forkvinna
- Rókur Jákupsson, kassameistari
- Jón Klæmint Hofgaard, skrivari
- Siri S. Hansen, nevndarlimur
- Tróndur Bogason, nevndarlimur
Marianna W. Nagata heldur í fyrstu syftu áfram í starvinum sum samskipari hjá Tónleikasambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald