
Leygardagin var hátíðarhald undir Bryggjubakka í Havn í sambandi við skipan av honorarkonsulati fyri Rumenia fyri konsuløkið Føroyar.
Jens Andrias Vinther, sum er advokatur og partnari í Hansen Vinther advokatfirma, er útnevndur sum honorarkonsul fyri Rumenia.
Jens Andrias Vinther hevur fingið tillutað serstakar heimildir samsvarandi galdandi reglum og mannagongdum á økinum til tess at verja rættindini og røkja áhugamálini hjá rumenskum borgarum og løgfrøðiligum persónum. Samstundis skal honorarkonsulin stuðla rumensku sendistovuni í Keypmannahavn við tiltøkum til tess at styrkja bondini millum londini, heruppií at økja um kunnleikan til rumenska mentan.
Nýggi konsulin saman við herbúgvandi rumenum
Tá honorarkonsulatið varð skipað, luttóku honorarkonsulin og fleiri rumenskir tilflytarir, havandi í huga neyðugu avmarkingarnar, sum stava frá covid-19 farsóttini.
Rumenski ambassadørurin fyri danska kongaríkið, Alexandru Grădinar, luttók eisini umvegis videoleinki, og undirstrikaði týdningin av at stuðla rumensku borgarunum í Føroyum eins og týdningin av at økja um fíggjarligu og mentanarligu sambondini millum londini. Hann nevndi harafturat, at hann var sannførdur um, at nýggi honorarkonsulin fór at viðvirka til at fáa hetta framt í verki.
Nýggi honorarkonsulin undirstrikaði, at hann fór at gera sítt fyri at økja um sambandið millum londini, og til at veita rumenskum borgarum í Føroyum tær upplýsingar og tann stuðul, ið tey hhava tørv á.
Hann nevndi eisini, at hann í Føroyum ætlaði at stuðla uppundir betri vitan um og fatan av veruleikanum í Rumenia, herundir við at stuðla undir sambandið millum fólk, mentanarliga hjáveru og íløgur.
Honorarkonslar hava uppgávur og skyldur, sum ikki eru líka sum tær hjá yrkiskonsulatum. Meira kunning um uppgávurnar hjá honorarkonslum er at finna á heimasíðuni hjá uttanríkisráðnum í Rumenia.
Honorarkonsulatið fyri Rumenia í Tórshavn heldur til á skrivstovuni hjá Hansen Vinther Advokatfirma, undir Bryggjubakka 21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald