- Okkara kenda andlit í Gundadali, Jens Ingolv, hevur seinastu 18 árini verið vallarvørur hjá Tórshavnar kommunu. Fyrst var tað Ovari og Niðari vøllur, men so kom Tórsvøllur aftrat. Nú leggur hann frá sær.
Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at vallarvørurin hevur takkað fyri seg.
Ein lítil samkoma var í gjár, har borgarstjórin takkaði Jens Ingolvi fyri trúgva tænastu.
Vallarvørurin er kendur fyri at vera nærlagdur, sjálvstøðugur og arbeiðssamur. Ítróttarøkið er eisini nógv vaksið, síðan Jens Ingolv byrjaði í starvinum, m.a. tí umframt Gundadal eru nú eisini vøllirnir á Argjum, í Hoyvík og Eysturvøllur.
Jens Ingolv og hansara toymi røkja og halda við líka, busta graslíkisvøllirnar hvørja viku, so alt er í góðum standi, skrivar torshavn.fo.
- Heðin Mortenen, borgarstjóri, nevndi at enda, at nú Jens Ingolv fer úr starvi, so hevur hann nógv at tríva í, eitt nú trøð í Havnardali og bæði seyð og ross. Eisini fær hann betri stundir at vitja synir og abbabørn.
Bogi Norðfoss tekur við sum rakstrarleiðari fyri ítróttaranleggini í Tórshavnar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald