6. november gjørdist 51 ára gamli Jens Jákup Hansen fyrsti føroyingur á Ama Dablam, skrivar Seven Summit Treks, sum skipaði fyri túrinum.
Hetta var aðru ferð, at Jens Jákup royndi at røkka tindinum á 6,8 kilometra høga fjallinum í Nepal. Fyrstu ferð var á vári í 2025, tá hann orsakað av avbjóðandi umstøðum noyddist at venda við.
Jens Jákup er royndur fjallaklintrari og hevur áður verið á fjøllum sum Kilimanjaro, Aconcagua, Lobuche East og Island Peak.
Túrurin á Ama Dablam snúði seg um meira enn bara at koma røkka tindin. Hann snúði seg eisini um at varpa ljós á og savna inn pening til Alzheimerfelagið. Tað hevur hann gjørt við stuðlum, peningagávum og almennum tiltøkum. Íblásturin hevði Jens Jákup frá stríðnum hjá pápa við demens.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald