Náttúruserfrøðingurin í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen, vann í kvøld umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri at hava lýst føroyskt margfeldni í meira enn 40 ár.
Hann hevur givið út fimm bøkur og yvir 500 greinir, harav 200 vísundaligar ella fólkavísundaligar, um føroyskt lívmargfeldni. Í sínum kanningum av lívmargfeldinum hevur Jens-Kjeld Jensen lagt stóran dent á nýggj og innræsin (invasiv) djór og plantur í Føroyum, og hevur verið við til at skráseta yvir 350 nýggj plantu- og djórasløg í Føroyum.
At Jens-Kjeld Jensen hevði vunnið virðislønina varð kunngjørt í sjónvarpssending í kvøld, sum eisini verður send í Kringvarpinum. Har var samrøða gjørd við Jens-Kjeld.
- Hetta hevði eg ikki doymt um. Fyst at vera tilnevndur helt eg var fantastskt, men síðani at vinna er heilt fantastiskt, segði Jens-Kjeld Jensen.
Hann takkaði konuni fyri hjálpina við heimasíðuni, har tað hevur borið til at koma út við greinum um umhvørvið. Jens-Kjeld Jensen takkaði eisini føroyska fólkinum fyri stuðulin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald