Týsdagin 27. oktober varð boðað frá, at Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy hevði fingið Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt íkast til at granska og miðla lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum.
Í vikuni fekk Jens-Kjeld eisini eina viðurkenning og heilsan við á vegnum frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen.
Hon segði m.a., at hon var ómetaliga errin av, at tað hesaferð var ein borgari í Tórshavnar kommunu, sum fekk virðislønina, og takkaði hon honum fyri áhaldandi at miðla og upplýsa um náttúruna í kommununi umframt at ávara um ta hóttan, sum fremmandar plantur og djór kunnu hava á okara náttúru.
Sambært Tórshavnar kommunu fingi tey bæði eisini eitt gott prát um handfaring av planting og vespum og øðrum góðum í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald