Kollfirðingurin við eyðkendu, hásu rokkrøddini, Jens Marni Hansen, verður eisini millum tónleikanøvnini á ársins Mentanarnátt á Tvøroyri, sum verður fríggjadagin 29. mai, skrivar Tvøroyrar kommuna í tíðindaskrivi.
Jens Marni hevur latið eina ørgrynnu av landaplágum úr hondunum og hevur verið at hoyra á tónleikapallinum, síðan hann var heilt ungur. Áðrenn Jens Marni mest fór at spæla solo, var hann partur av navnframum bólkum, so sum Kjølar, All that Rain og Showmenn. Jens Marni royndi seg eisini í danska Melodi Grand Prixnum í 2010 við lagnum "Gloria".
Á Mentanarnáttini á Tvøroyri fer Jens Marni at framføra á stóra pallinum í miðbýnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald