
Fríggjadagin var aðalfundur í Pf. Smyril Line. Í nevndina vóru valdir Arne Joensen, Tummas Justinussen, Hendrik Egholm og Jens Meinhard Rasmussen.
Nevndin skipaði seg við Tummas Justinussen sum formanni.
Nevndin hevur heitt á Jens Meinhard Rasmussen um at halda fram sum stjóri í felagnum, og Jens Meinhard hevur takkað fyri álitið.
- Eg eri glaður fyri álitið at standa á odda fyri Smyril Line og øllum dugnaligu starvsfólkunum, ið starvast her. Hetta er ein fyritøka, ið eg kenni væl. Eg havi verið í nevndini síðan 2008 og nevndarformaður síðan 2011, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Smyril Line í tíðindaskrivi.
Jens Meinhard Rasmussen er frammanundan stjóri í Skansi Offshore. Samtakið Skansi er høvuðspartaeigari í Smyril Line.
Jens Meinhard Rasmussen tók yvir sum stjóri í Smyril, tá Rúni V. Poulsen fyri mánað síðani legði frá sær sum stjóri í Smyril Line eftir ósemju við nevnd felagsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald