Uttanlands

Jens Stoltenberg takkar Turkalandi

Við turkiskari hjálp eydnaðist tað í morgun at avskipa fyrstu lastina við matvørum úr Ukraina

Farmaskipið Razoni setti í morgun kós móti Libya (Mynd: EPA)

Farmaskipið Razoni setti í morgun kós móti Libya (Mynd: EPA)

2022-08-01 16:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, takkar Turkalandi, nú eitt farmaskip við ukrainskari avgrøði í morgun kundi loysa frá landi í havnarbýnum Odesa.

- Eg fegnis yvir, at fyrsta lastin av ukreinskari avgrøði nú er send úr Odesa. Eg takki okkara sameinda Turkalandi fyri tann týðandi leiklut, sum landi hevur havt í hesi tilgongdini, skrivar Stoltenberg á Twitter.

Hetta var fyrsta farmalastin við landbúnaðarvørum, sum er avskipað úr Ukreina síðan kríggið byrjaði í februar.

Í fyrstu atløgu setir farmaskipið kós móti Bosporussundinum. Tá skipið er kannað har, verður kósin sett móti Tripoli í Libanon.

- Nato stuðlar av fullum hjárta hesi avtalini, sum kann hjálpa upp á heimsumfatandi matvørukreppuna, sum er uppstaðin orsaka av russiska krígnum í Ukraina, skrivar Stoltenberg í Twitter-uppslagnum.

Les eisini: Fyrsta farmaskipið farið úr Odesa 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder