Uttanlands

Jensen Huang farin frá sum stjóri í Nvidia

Fíggjarstjórin tekur við sum fyribilsstjóri, og farið verður nú undir at finna nýggjan stjóra, sigur nevndin í Nvidia.

Jensen Huang hevur verið stjóri, síðan Nvidia varð stovnað í 1993(Mynd: Lisi Niesner/Reuters/Ritzau Scanpix)

Jensen Huang hevur verið stjóri, síðan Nvidia varð stovnað í 1993(Mynd: Lisi Niesner/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-11-12 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forstjórin í Nvidia, Jensen Huang gevst alt fyri eitt í starvinum, boðar nevndin í tøknirisanum frá í tíðindaskrivi sambært Ritzau.

Fráboðanin kemur, eftir at tað er komið fram, at forstjórin hevur havt samband uttanfyri hjúnalagið við eina kvinnu, sum er undir illgruna fyri at vera kinesiskur njósnari.

Kvinnan, Alice Huang, er fyrrverandi stjóri í felagnum Megaspeed í Singapore, sum keypir telduflísar frá Nvidia.

Myndugleikarnir í USA hava kannað Megaspeed orsakað av illgruna um, at felagið hjálpir kinesiska stýrinum við at fáa atgongd til framkomið tøkni, sum tað ikki er loyvt at selja til Kina.

Alice Huang og Kina hava víst aftur, at hon skal vera njósnari.

Nevndin í Nvidia upplýsir, at Jensen Huang alt fyri eitt gevst sum forstjóri og limur í nevndini.

Fíggjarstjórin í felagnum, Colette Kress tekur við sum fyribilsstjóri. Hon varðveitir eisini síni núverandi størv, verður upplýst. Nevndin fer nú undir at finna ein nýggjan forstjóra.

Nvidia er heimsins fremsti framleiðari av telduflísum til vitlíki. Jensen Huang var við til at stovna Nvidia í 1993 og hevur verið forstjóri síðani.

Avdúkingarnar um stjóran í Nvidia hava eisini ávirkað partabrævið hjá tøknirisanum, skrivar TV2. Seinasta mánaðin er virðið á partabrævinum minkað 27 prosent, og bara í dag er virðið minkað við fimm prosentum afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder