Klokkan 15:40 í gjár kom Jensjáku Hansen upp á hægsta fjall í Suðuramerika, Aconcagua.
Hann hevur seinastu nógvu mánaðir verið í gongd við fyreikingarnar og eisini kunnað um ADHD í hesum sambandi.
Nú hevur Jensjáku so rokkið sínum máli, og er komin upp á 6962 metrar høga fjalli.
Hann skrivar soleiðis á Facebook í kvøld:
Klokkan 15:40 sunnudagin kom eg uppá Aconcagua.
1 januar 2023 fór eg í gongd við ætlanina at kunna um ADHD.
Við fyrilestrum, luttøku í útvarpssendingum, roysnum og øðrum, havi eg á kunnandi og skemtiligan hátt kunna um hvussu tað er at vera avarandi og at hava ADHD.
Eg havi samlað pengar til ADHD-felagið, og ein film um evnið.
Finalan og endin á átakinum skuldi verða tá eg royndi at ganga uppá hægsta fjall í Amerika. Tað eydnaðist, men eg haldi at eg lætið kontona standa opna til eg eri aftur í Føroyum.
Í morgin skal eg ganga 32 kilometrar til byggtøkið aftur.
Stuðla ADHD-felagnum við at flyta pengar á konto 9181-5785172
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald