Uttanlands

Jeppe Kofod meldaður fyri neyðtøku

Gamalt mál um kynsligt samband við 15 ára gamla gentu eltur framvegis uttanríkisráðharran

Jeppe Kofod á tíðindafundi í Tinganesi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jeppe Kofod á tíðindafundi í Tinganesi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-10-20 10:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, er nú meldaður fyri neyðtøku móti eini 15 ára gamlari gentu fyri 12 árum síðani.

Nógv umrødda hendingin, tá sosialdemokratiski politikarin hevði kynsligt samband við eina gentu frá ungdómsfelagnum hjá flokkinum, heldur fram við at hótta politisku starvsleiðina hjá núverandi danska uttanríkisráðharranum.

Ein bólkur av borgarum hevur nú meldað Jeppe Kofod til løgregluna fyri neyðtøku, skrivar blaðið B.T.

Uttanríkisráðharrin er meldaður fyri brot á grein 216 í revsilógini, ið snýr seg um valdstøku, men eisini á grein 223, ið verður kallað ”skúlalæraraparagraffin”, ið snýr seg um, at kynsligi lágaldurin verður øktur úr 15 til 18 ár í málum har kynsligt samband hevur verið í samband við eina støðu, har tað snýr seg um undirvísing, uppaling og annað.

Gentan var limur í ungmannafelagnum hjá sosialdemokratiska flokkinum, og hevði eisini verið í starvsvenjing í fólkatingsbólkinum.

Men serfrøðingar vænta ikki, at úrslit spyrst burtur úr hesum málinum.

- Eg dugi ikki at síggja, hvussu borgarar, sum einki hava við málið at gera, kunnu melda so langt aftaná, at hendingin er farin fram, og tá umrøddi persónur hevur sagt frá, at einki revsivert fór fram, sigur Sten Schaumburg Müller, ið er professari í løgfrøði á Syddansk Universitet við Ritzau.

Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, hevur fyrr viðgingið, og biðið um umbering fyri, at hann hevði kynsligt samband við 15 ára gamla gentu.

- Eg var fullur og tápuligur, ásannaði Kofod í eini samrøðu við TV2  í farna mánaði.

Málini um politikarar, ið hava borið seg ósømiliga at mótvegis hinum kyninum, rapla út úr skápunum í Danmark í hesum døgum.

Í gjár mátti yvirborgarstjorin í Keypmannahavn, fyrrverandi sosialdemokratiski fólkatingslimurin og løgmálaráðharrin, Frank Jensen, leggja frá sær eftir at tað kom fram, at hann í fleiri førum hevur borið seg ónærisliga at í veitslusamanhangi.

Og í farnu viku mátti Morten Østergaard leggja frá sær sum formaður fyri flokkin Radikale Venstre av somu orsøk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder