Uttanlands

Jeremy Corbyn: Eg vil vera neutralur

Bretski veljarin skal sleppa at velja ímillum at verða verandi í ES ella at fara úr felagsskapinum við nýggjari avtalu, sigur formaðurin í Labour, Jeremy Corbyn

Jeremy Corbyn (Savnsmynd: EPA)

Jeremy Corbyn (Savnsmynd: EPA)

2019-11-23 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Formaðurin í bretska andstøðuflokkinum, Labour, Jeremy Corbyn, sigur, at hann persónliga ætlar at vera neutralur undir einari nýggjari fólkaatkvøðu um brexit, so hann kann gjøgnumføra úrslitið av atkvøðuni á trúverdan hátt.

Jeremy Corbyn hevur nevniliga lovað at útskriva nýggja fólkaatkvøðu um limaskap í ES, um hann gerst forsætisráðharri eftir valið 12. desember.

Sambært Ritzau ætlar Labour eisini at samráðast um nýggja skilnaðaravtalu við ES.

Ætlanin hjá Corbyn er at geva bretsku veljarunum møguleika fyri at velja millum at verða verandi í ES ella at fara úr felagsskapinum við nýggju avtaluni, sum Labour ætlar at fáa í lag.

Henda ætlanin kann tó fáa avleiðingar fyri Labour, av tí at ein stórur partur av kjarnuveljarunum hjá flokkinum atkvøddu fyri at fara úr ES, tá fólkaatkvøða var í 2016.

Tí kann Jeremy Corbyn fáa tørv á stuðul frá skotska tjóðarskaparflokkinum SNP, um Labour skal hava nakran møguleika at skipa stjórn.

Floksleiðarin hjá SNP, Nicola Sturgeon hevur tó sagt, at hon afturfyri fer at krevja eina nýggja fólkaatkvøðu um skotska loysing.

55 prosent av skotum atkvøddu nevniliga fyri at verða verandi í ES, hóast meirilutin av samlaða fólkinum atkvøddi fyri at fara úr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder