Danski sjónleikarin, Jesper Langberg andaðist fyrrapartin í dag eftir stutta sjúkralegu, 78 ára gamal.
Hetta upplýsir dóttir hansara, Kristina Langberg, sambært DR.
Jesper Langberg er best kendur sum Kristen Skjern, stjóri í Omegnsbanken og beiggi Mads Skjern í sjónvarpsrøðini "Matador", og kriminalassistent Mortensen í Olsen Banden-filmunum.
Hann var sonur sjónleikarunum Sigurd og Karna Langberg, og eldri beiggi hansara var kendi sjónleikarin og leikstjórin, Ebbe Langberg, sum doyði í 1989.
Jesper Langberg varð føddur á Frederiksberg 20. oktober 1940, og varð útbúgvin sum sjónleikari á Det Kongelige Teaters Elevskole. Hann varð giftur tríggjar ferðir og fekk trý børn.
Hann fekk sítt gjøgnumbrot í 1965, tá hann spældi við í filmunum "Flådens friske fyre", "Pigen og millionæren" og "Een pige og 39 sømænd".
Jesper Langberg hevur á sínari yrkisleið fingið fleiri heiðurslønir, eitt nú hevur hann fingið tríggjar Bodil-heiðurslønir í ávikavíst 1968, 1994 og 2014.
Hann gavst sum sjónleikari í 2013 aftaná 50 ár.
Jesper Langberg andaðist í heiminum umgyrdur av fyrrverandi konum sínum, Susanne Heinrich, Hanne Mørup og Eva Jensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald