Amerikanska operasangarinnan, Jessye Norman, er deyð, 74 ára gomul. Hon doyði á einum sjúkrahúsi í New York í gjár. Deyðsorsøkin er avleiðingar av einum álvarsligum skaða í rygginum, sum hon fekk í 2015.
Tað sigur ein talsmaður fyri familjuna við AP-tíðindastovuna.
Jessye Norman var ein stór stjørna á operapallunum. Hon vann fýra Grammy virðislønur umframt eina Grammy Lifetime Achievement Award fyri sítt lívslanga íkast til tónleikin.
New York Times lýsir hana sum ein ’ein tignarligan sopran, ið fylti alskyns leiklutir á Metropolitan Opera og øðrum operahúsum kring heimin við síni græsiligu rødd”.
Jessye Norman var millum fremstu sangararnar á Metropolitan Opera í New York í áttati og nítitalinum.
Hon gjørdist kend fyri ein breiðari skarða, tá hon í 1989 sang franska tjóðsangin ’Marseillaisuna’ á Concorde-torginum í Paris undir 200 ára hátíðarhaldinum fyri fronsku kollveltingini - sí leinkið herundir.
Táverandi forsetin, François Mitterrand, heiðraði hana við hægsta franska heiðursmerkinum, Heiðurslegiónini, afturfyri.
Sangleið hennara byrjaði annars á Deutsche Oper í Berlin í 1969í leiklutinum sum Elisabeth í operuni Tannhäuser hjá Richard Wagner. Eftir at hava sungið á La Scala í Milano og Covent Garden í London, kom hon á Metropolitan Opera at syngja í 1983.
Hon hevði eina stórbæra rødd, sum hóskaði serliga val til Wagner og Strauss, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald