Joakim prinsur fær eingi varandi mein av blóðtøppinum í heilanum, sum hann varð skurðviðgjørdur fyri um vikuskiftið.
Prinsurin, sum var í feriu í Fraklandi saman við familjuni varð innlagdur á universitetssjúkrahúsinum í Toulouse fríggjadagin, og somu nátt varð hann skurðviðgjørdur.
Joakim prinsur hevur nú verið innlagdur á intensivdeildini í nakrar dagar, og meta læknarnir, at hann ikki fær varandi mein orsakað av blóðtøppinum.
– Joakim prinsur fer væntandi skjótt at verða fluttur av intensivdeildini, men hann fer framhaldandi at vera innlagdur komandi tíðina, sigur kongshúsið í tíðindaskrivi.
51 ára gamli Joakim prinsur býr í løtuni í Fraklandi við familju sínari. Hann er í løtuni undir útbúgving á franska hernaðarakademinum Ecolé Militaire.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald