Uttanlands

Joakim prinsur skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp í heilanum

Prinsurin er innlagdur á sjúkrahús í Fraklandi. Skurðviðgerðin gekk væl

Øll familjan hevur verið savnað í Fraklandi fyri nøkrum døgum síðani, har tey hátíðarhildu 18 ára føðingardagin hjá Felix prinsi (Mynd: Kongshúsið)

Øll familjan hevur verið savnað í Fraklandi fyri nøkrum døgum síðani, har tey hátíðarhildu 18 ára føðingardagin hjá Felix prinsi (Mynd: Kongshúsið)

2020-07-25 19:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Joakim prinsur varð í gjárkvøldið innlagdur á universitetssjúkrahúsið í Toulouse í Fraklandi, og varð síðani lagdur undir skurð fyri blóðtøpp í heilanum.

Skurðviðgerðin gekk væl, og støðan er góð, sigur Kongshúsið í fráboðan.

Í boðunum stendur, at drotningin ynskir, at familjan fær frið frá almenninginum meðan Joakim prinsur er innlagdur. Maria prinsessa er hjá manninum.

Joakim prinsur og familjan vóru fyri nøkrum døgum síðani í Chateau de Cayx i Frankrig, har tey hátíðarhildu 18 ára føðingardagin hjá Felix prinsi.

Prinsurin býr í Fraklandi við konu síni og yngstu børnunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder