Í gjárkvøldið varð Joakim prinsur útskrivaður frá universitetssjúkrahúsinum í franska býnum Toulouse.
Tað var 24. juli, at prinsurin varð innlagdur. Somu nátt varð hann skurðviðgjørdur fyri blóðtøpp í heilanum. Skurðviðgerðin eydnaðist væl, og verður ikki mett, at hann fær varandi mein.
Nú meta læknarnir, at heilsan hjá Joakim prinsi er batnað so mikið, at hann kann útskrivast, sigur kongshúsið í tíðindaskrivi.
Prinsurin er nú staddur á Château de Cayx, franska vínslottinum hjá drotningini.
51 ára gamli Joakim prinsur býr í løtuni í Fraklandi við familju sínari. Hann er í løtuni undir útbúgving á franska hernaðarakademinum Ecolé Militaire.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald