Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Joan Kannuberg í starv sum einalærara í Húsar/Syðradals skúla frá 1. august 2024 at rokna.
Joan Kannuberg er útbúgvin lærari í 1987. Joan hevur starvast sum lærari í Leirvíkar skúla 1988 – 2005.
Árini 2006 – 2023 hevur Joan starvast sum lærari í Fuglafjarðar skúla, har hon eisini nøkur ár røkti starvið sum leiðari á førleikastovuni.
Skúlaárið 2023 – 2024 hevur Joan verið lærari og fyrstilærari í Hvalvíkar skúla. Joan hevur nógv viðkomandi longri og styttri skeið, sum styrkja hennara førleikar sum einalærari í Húsar/Syðradals skúla.
Joan er 60 ár og býr í Leirvík.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald