Mentan

Jóan Pauli greiðir frá í Vestmanna í kvøld

Søguligt tiltak í Vektarbúðini

Jóan Pauli Joensen (Savnsmynd: Finnur Justinussen)

Jóan Pauli Joensen (Savnsmynd: Finnur Justinussen)

2020-06-17 10:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld fer Jóan Pauli Joensen, professari, at greiða frá síni nýggju bók ”Í stovuni sofu, í køki komfýr”.

Hetta hendir á einum tiltaki í Vektarbúðini í Vestmanna. Her fer Jóan Pauli at greiða frá um hvussu vit hava búð og búleikast her á landi frá miðøld og fram til 1960. Serligur dentur verður lagdur á tíðarskeiðið millum 1800 og 1960. Frá langhúsum og kroysum úr gróti og flagi til nýtíðarhús. Hvussu ávirkan uttaneftir fekk fólk at gera meira burturúr og smátt um smátt at fara undir at gera húsini betri og liviligari.

Eftir framløguna verður møguleiki at seta rithøvundanum spurningar.

Síðani fer Magni Christiansen at framføra nøkur løg og til ber at keypa sær køku og kaffi, í nýinnrættaðu cafe’ini í íbúðini í Johnsa handli.

Í summar – tað er frá í dag og til 1. septembur – verður ein framsýning, sum vísir týdningin av ull seinast í 1700-talinum. Framsýningin er opin seinnapartar týsdag, mikudag og hósdag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder