Leygardagn 5. desember verður skipað fyri ókeypis bókmentatiltaki í Glasstovuni á Tvøroyri.
Jóna Midjord, lærari á miðnámsskúlanum í Suðuroynni, fer at práta við navnframa yrkjaran Jóanes Nielsen um skaldskap hansara.
Jóannes gav fyri stuttum út yrkingasavnið “Rakkarljóð” og fer hann eisini at lesa yrkingar upp úr hesum seinasta verkinum, skrivar Tvøroyarar kommuna.
Tiltakið verður leygarkvøldið klokkan 20. Í Glasstovuni ber til at keypa sær okkurt til góman afturvið.
Um Jóanes Nielsen
Jóanes Nielsen er føddur hin 5. apríl 1953 í Tórshavn og er einamest kendur fyri beinraknu yrkingar sínar, har hann ikki leggur fingrarnar ímillum, tá hann m.a. viðger harðar lagnur og lívsins mongu vakurleikar. Jóanes hevur eisini givið út skaldsøgur og er viðurkendur fyri sítt arbeiði.
Jóanes hevur vunnið bæði Mentanarvirðisløn Landsins og Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsen og hevur hann fleiri ferðir verið innstillaður til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, bæði fyri yrkingasøvn og skaldsøgur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald