2026-07-12 13:01
Komandi tvær vikurnar verður Jóanis Albert Nielsen, varaborgarstjóri í Vága kommunu virkandi, borgarstjóri.
Hann fer at røkja borgarstjórastarvið, meðan Bjarni Prior, borgarstjóri er í summarfrí, skrivar Vága kommuna.
Um almennar uppgávur ella onnur átrokandi mál stinga seg upp í hesum tíðarskeiðinum, er tað varaborgarstjórin, sum tekur sær av teimum vegna borgarstjóran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald