Jóanis Erik Køtlum, fyrrverandi stjóri á føroyska sjúkrahúsverkinum, verður nú stjóri fyri grønlendska sjúkrahúsverkið.
Tað skrivar Sermitsiaq.
Jóanis Erik Køtlum tekur yvir eftir Malene Marie Nielsen, ið hevði heitið”styrelseschef for sundhed og forebyggelse”, men starvsheitið verður nú stjóri (direktør, red.), skrivar grønlendski miðilin
- Sum stjóri verður uppgáva hansara at leiða heilsuverkið gjøgnum koronakreppuna, styrkja og menna eina mentan og siðvenju, har sjúklingur kemur í fyrstu røð og verður tikið við á ymsum stigum, skrivar grønlendska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.
Jóanis Erik Køtlum fær ábyrgdina av øllum umsitingarligum uppgávum. Í sjúkrahúsleiðsluni er eisini ein læknafakligur stjóri og ein stjóri, ið er sjúkrarøktarfrøðingur.
Jóanis Erik Køtlum kennir væl grønlendska sjúkrahúsverkið, hann sat í sinum stjórasessi har í árumum 2013 til 2016, og hevur seinastu árini eisini virka sum konsulentur fyri grønlendska sjúkrahúsverkið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald