
Á Grækarismessu í fjør fór føroyska samfelagið niður í ferð, orsakað av koronufarsóttini. Í ár verða Grækarismessuhald sum vant - millum annað í Tórshavnar kommunu.
Á heimasíðuni torshavn.fo verður boðað frá, at Grækarismessuhald verður í miðbýnum sunnudagin 14. mars.
- Korona ávirkar ikki haldið í ár, og tí verður Grækarismessuhaldið sum vant við teimum tilmælum um reinføri og frástøðu, sum annars eru. Heitt verður á øll um at vísa neyðug fyrilit.
Tað verður Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, sum fer at bera fram røðu. Hetta verður eftir, at Hornorkestrið hevur spælt nøkur løg. Haldið byrjar tó við skrúðgongu klokkan 15 undir Bryggjubakka, tá ið skótar, úlvar, og títtlingar fara til gongu. Gingið verður niðan um Finsen eftir Tróndargøtu og síðani oman á Vaglið eftir Niels Finsens gøtu.
Kommunan boðar frá, at í sambandi við Grækarismessuhaldið verða Mylnugøta og Niels Finsensgøta frá Vaglinum niðan til Sverrisgøtu stongdar fyri allari ferðslu frá klokkan 15-16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald