Ruth Vang hevði einki boð uppá, hvat man kundi gera her og nú fyri at bøta um viðurskiftini á fíggjarlógini. Tað var sum um, at tað var máttloysi yvir henni.
Tað segði Jóannes Eidesgaard í sendingini "Stjørnin - politikkur á skák" á FM1 í gjár
Fíggjarstýringin hjá samgonguni og landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum fekk ikki mjúka viðferð í sendingini hjá Árna Gregersen, har Jóannes Eidesgaard, Torbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen umrøða politikk.
Sipað var til Dag og viku mánakvøldið, tá Ruth Vang var gestur.
(Skíggjamynd: Dagur og vika / kvf.fo)
- Hon var til teljing. Eg havi sjáldan sæð eitt landsstýrisfólk vera so spert sum hon var. Ruth Vang hevði tvey ting at bera fram. Tað var tað, at man skuldi hækka pensjónsaldurin, og tað er ein loysn uppá longri sikt, og so at minka um rentustuðulin, sum eisini er ein loysn uppá longri sikt.
- Ruth Vang hevði einki boð uppá hvat man kundi gera her og nú fyri at bøta um viðurskiftini. Ikki annað enn hesar somu 35 milliónirnar sum blivu nevndar umaftur og umaftur, men tað er lítið tá man hevur eitt hall, sum svingar upp ímóti einari hálvari milliard.
Máttloysi
- Eg føldi, at tað var eitt máttloysi yvir henni. At hon sum landsstýrisfólk ikki hevði eitt boð uppá politikk. Heldur hinvegin, at hon segði at krøvini frá tingfólkum vóru so høg, og øll vildu hava meira. Tað boðaði ikki frá góðum, segði Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur tað vera ov vánaligt, at eitt ein sum bjóðar seg fram sum landsstýrisfólk í fíggjarmálum, ikki hevur boð uppá hesi tingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald