Innanlands

Jóannes Mørkøre og Dánial Petur Olsen fingu handað tænastumedalju

Tveir av kirkjutænarunum í Hósvíkar kirkju vórðu heiðraðir sunnudagin fyri drúgva tænastu

Jóannes Mørkøre og Dánial Petur Olsen saman við Jógvani Fríðriksson, bispi, og Jákupi Petersen, presti í Hósvík (Mynd: folkakirkjan.fo)

Jóannes Mørkøre og Dánial Petur Olsen saman við Jógvani Fríðriksson, bispi, og Jákupi Petersen, presti í Hósvík (Mynd: folkakirkjan.fo)

2025-03-19 11:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var av sonnum hátíð í Hósvíkar kirkju seinasta sunnudag, tann 16. mars 2025. Tveir av kirkjutænarunum fingu tænastumedaljuni í silvuri fyri trúgva og drúgva tænastu. 

- Í kirkjuni var nomið var við gudshúsið og ta tign og tann heilagleika, ið er bundin at Guðs húsi. Templið er útvalt og halgað sum ævigur bústaður hjá navni Guðs. Eygu og hjarta Guðs skal vera har.

Fólkakirkjan skrivar, at tað er henda fatanin av heilagleika, tign og virðing, ið er karmur um løtuna, nú Jóannes Mørkøre, urguleikari, og Dánial Petur Olsen, deknur, fáa handaða tænastumedaljuna í silvuri. Hansara Hátign, Kongurin, lat monnunum hesa viðurkenning fyri drúgva og trúfasta tænastu. 

Kirkjuráðið virðismetir tær mongu sjónligu og ósjónligu tænasturnar, sum øll tey mongu tænastufólkini útinna í kirkjuni í longri ella styttri tíð. 

Í innstillingini frá kirkuráðnum til kongin viðvíkjandi urguleikaranum og dekninum verður millum annað sagt:

- Jóannes byrjaði sum urguleikari og spældi fyrstu ferð í Hósvíkar kirkju 1. juli 1973 og hevur trúfast tænt kirkjuni síðani. Harafturat hevur hann verið urguleikari í Kollafjarðar kirkju frá 2005 til 2020 og er nú umframt í Hósvíkar kirkju, urguleikari í Vestmanna og kirkjuni við Norðskála.

- Dánial Petur byrjaði fyrst sum klokkari í Hósvíkar kirkju 3. august í 1980 og hevur trúfast tænt kirkjuni síðani. Eftir eina tíð sum klokkari, tók hann á seg kallið at røkja deknatænastuna, ið hann røkti tey næstu 40 árini til 2023.”

Aftaná gudstænastuna vóru øll boðin til døgurða í bygdarhúsinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder