Innanlands

Jóannes Purkhús skal verja doktararitgerð sína í gudfrøði

Hetta í týska býnum Münster. Granskingararbeiðið er gjørt, samstundis sum hann hevur røkt starvið sum sóknarprestur eystan Múla.

2026-07-10 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkakirkjan: Mikudagin tann 22. juli klokkan 15.00 skal Jóannes Purkhús, sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi, verja doktararitgerð sína í gudfrøði (Nýggja Testamenti) við lærda háskúlan í týska býnum Münster.

Ritgerðin er latin inn til tess at vinna akademiska heitið “Dr. theol.”, og verjan verður á deildini fyri protestantiska gudfrøði í Münster.

Granskingararbeiðið er gjørt, samstundis sum Jóannes hevur røkt starvið sum sóknarprestur eystan Múla.

Síðan 2019 hevur hann verið innskrivaður sum doktaralesandi við universitetið í Münster. Hetta arbeiðið hevur sostatt verið ein samantvinnaður partur av prestastarvinum hjá Jóannesi hesi seinastu árini. Vegleiðari hansara hevur verið Eve-Marie Becker, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster.
Heitið á ritgerðini er “Doulos in and around Paul. A Semantic Analysis of Paul’s Slavery Language in its Contexts”.

Í stuttum greinar doktararitgerðin, hvussu orð og myndir, sum hava sín uppruna í trælahaldinum, verða nýtt tilvitað í brøvum Paulusar og í gudfrøðiligu próvførslu hansara.

Í ritgerðini verður víst á, at Paulus nýtir trælamálburð á ein bæði nýskapandi og fjølbroyttan hátt, ið er lagaður eftir ítøkiligu støðuni í einstøku brøvunum. Á tann hátt ger Paulus seg galdandi sum brævahøvundur. Víst verður á, at Paulus, tá ið hann viðger og grundar yvir torgreidd gudfrøðilig viðurskifti, mangan nýtir myndir við støði í trælahaldinum fyri at lýsa síni sjónarmið.

Ritgerðin greinar, hví hetta er so, og hvønn leiklut trælasemantikkurin spælir í brøvunum hjá Paulusi. Harumframt greinar ritgerðin, hvussu trælasemantikkurin hjá Paulusi líkist og samstundis er øðrvísi enn tann hjá øðrum høvundum frá griksk-rómverskari tíð, bæði kristnum og ikki-kristnum høvundum. Tískil verður próvført fyri, at Paulus kemur við einum sjálvstøðugum íkasti, tá talan er um trælasemantikk.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder