Innanlands

Jóannes Purkhús vart doktararitgerð

Ritgerðin, ið varð vard á universitetinum í Münster greinar, hvussu orð og myndamál, sum hava sín uppruna í trælahaldinum, verða nýtt tilvita í brøvum Paulusar

2026-07-23 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jóannes Purkhús, sóknarprestur á Viðareiði, vardi í gjár doktararitgerð, Dr. theol, í Nýggja Testamenti á gudfrøðiligu deildini við Universität Münster í Týsklandi. Verjan gekk væl, og vardi hon í umleið tveir tímar, skrivar Fólkakirkjan.

Vegleiðari hjá Jóannesi hevur verið Eve-Marie Becker, professari í Nýggja Testamenti við Universität Münster. Heitið á ritgerðini er: “Doulos in and around Paul. A Semantic Analysis of Paul’s Slavery Language in its Contexts”.

Í stuttum greinar doktararitgerðin, hvussu orð og myndamál, sum hava sín uppruna í trælahaldinum, verða nýtt tilvitað í brøvum Paulusar og í gudfrøðiligu próvførslu hansara.

Í ritgerðini verður víst á, at Paulus nýtir trælamálburð á ein bæði nýskapandi og fjølbroyttan hátt, ið er lagaður eftir ítøkiligu støðuni í einstøku brøvunum. Á tann hátt ger Paulus seg galdandi sum brævahøvundur.

Víst verður á, at Paulus, tá ið hann viðger og grundar yvir torgreidd gudfrøðilig viðurskifti, mangan nýtir málburð, ið hevur støði í trælahaldinum, fyri at lýsa síni sjónarmið.

Ritgerðin greinar, hví hetta er so, og hvønn leiklut trælasemantikkurin spælir í brøvunum hjá Paulusi.

Harumframt greinar ritgerðin, hvussu trælasemantikkurin hjá Paulusi líkist og samstundis er øðrvísi enn tann hjá øðrum høvundum frá griksk-rómverskari tíð, bæði kristnum og ikki-kristnum høvundum. Tískil verður próvført fyri, at Paulus kemur við einum sjálvstøðugum íkasti, tá ið talan er um trælasemantikk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder