Innanlands

Jobmatch í dag

Á middegi byrjar stóra starvsstevnan í Norðurlandahúsinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-29 06:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

79 fyritøkur og stovnar fara á middegi at bjóða seg fram fyri at koma á tal við føroyingar, sum sóknast eftir nýggjum avbjóðingum.

Tá byrjar nevniliga stóra starvsstevnan Jobmatch í Norðurlandahúsinum í Havn.

í fjør vitjaðu umleið 500 fólk Jobmatch. Um áhugin at vitja verður eins stórur í ár, so kunnu sambært hagtølunum, upp móti 100 fólkum vænta sær eitt ítøkiligt tilboð frá føroyska arbeiðsmarknaðinum á Jobmatch. Vanliga er býtið millum kvnnur og menn rættiliga javnt, og umleið 75 prosent av teim vitjandi eru millum 23 og 38 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder