2019-12-28 09:28
Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum, sum fer at seta starvsstevnuna.
Í ár luttaka í alt 62 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og tað er tað mesta nakrantíð.
Høvuðssponsorar á Jobmatch 2019 eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna.
Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo.
Dyrnar lata upp kl. 12, og setanin verður kl. 12.10.
Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvstevnan er opin til kl. 18 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald