
Í dag byrjar Jobmatch á netinum. Í ár er Norðurlandahúsið, orsaka av korona, skift út við ein nýskapandi talgildan pall, har fyritøkur og stovnar bjóða seg fram at koma á tal við útisetar og føroyingar, sum sóknast eftir nýggjum starvsmøguleikum.
Í ár luttaka 42 fyritøkur, kommunalir og almennir stovnar, og longu nú hava knapt 200 fólk skrásett seg áðrenn Jobmatch letur upp “live” netinum.
Til ber at fara inn á talgilda pallin allan dagin, og frá klokkan 12 til 17 eru fólk klár á básunum at samskifta við tey vitjandi. Tað er ókeypis at vitja starvsstevnuna á netinum.
Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo. Høvuðssponsorar á Jobmatch 2020 eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald