Innanlands

JobPrát við føroyska arbeiðsmarknaðin

Fysiska Jobmatch tiltakið, sum skuldi verða millum jól og nýggjár, er útsett vegna koronu, men enn ber til at hitta fyritøkur talgilt, og fram til 28. desember ber til at bíleggja eitt JobPrát, siga fyrireikarar

2021-12-20 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vegna korona hava fyrireikararnir valt at útseta tað fysiska Jobmatch tiltakið, sum skuldi verða millum jóla og nýggjárs. Hóast korona spennir bein fyri okkara andlit til andlits tiltaki, eru ongar forðingar fyri, at vit hittast talgilt, boða fyrireikarar frá í tíðindaskrivi.

Jobmatch hevur ment eina nýggja skipan, har til ber at bíleggja talgild JobPrát við tær fyritøkur og stovnar, sum ein hevur áhuga í at hitta. Eitt JobPrát kann eitt nú nýtast til at tosa um størv, starvsvenjingarmøguleikar, ella samstarv um skrivligar uppgávur í sambandi við lesnaðin. JobPrátið kann bíleggjast frá miðjun desember og fram til týsdagin 28. desember á midnátt inni á jobmatch.fo.

Hjá summum av fyritøkum og stovunum ber til at bíleggja eitt JobPrát eitt ávíst tíðspunkt tann 29. desember. Hjá øðrum bíleggur ein eitt JobPrát uttan ávísa klokkutíð og dag, og síðani setir fyritøkan ella stovnurin seg í samband við viðkomandi fyri at gera avtalu um, nær Jobprátið skal verða.

JobPrátið og sjálv bíleggingin fer fram inni á Jobmatch heimasíðuni. Har skal mann gera sær ein brúkara við at melda til inni á Jobmatch.fo, hereftir ritar mann inn í skipanina við sínum t-posti og loyniorði.

Tað ber til eina hvørja tíð til dagføra vangan við nýggjum upplýsingum. Tað er sjálvandi ókeypis at luttaka á Jobmatch, sum er stuðlað av Tórshavnar kommunu og Bakkafrost.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder