Mikudagin sýnir Filmsfelagið, ”Stella. Eitt lív”, sum er fyrri av tveimum holocaustfilmum fyri summarsteðgin. Seinni holocaustfilmurin er hin bretski ”One Life” við Anthony Hopkins, í høvuðsleiklutinum sum Sir Nicholas Winton, ið bjargaði 669 børnum undan nazistunum í Prag í 1938.
Unga jødiska Stella (Paula Beer) er høvuðspersónurin í nýggja týska filminum, sum byggir á veruligar hendingar, ið fara fram í Berlin, meðan nazistarnir hava ræði. Vit fylgja ljóshærdu Stellu, ið droymir um at syngja jazz og standa á palli.
Tá tilveran bráddliga vendist í februar 1943, noyðast hon og húskið at fara undir heilt. Kortini kemur hon í klørnar á Gestapo, og deyðsmerkta søgan um hina vøkru Stellu Goldschlag (1922-1994) byrjar.
Týski leikstjórin, Kilian Riedhof (f.1971), sigur, at filmurin ”Stella. Eitt lív” er um skuld, og hvussu langt tú vilt fara, at koma undan við lívinum, so tú kanst halda fram við tí, tú hevur sett tær fyri, uttan at kenna ábyrgd fyri tínum gerðum.
Virðislønta Paula Beer (f.1995), sum spældi Maria í ”Transit” og kópakonan í ”Undine”, hevur høvuðsleiklutin sum Stella, sum í veruleikanum bar nøvnini Stella Kübler-Isaaksohn og Ingrid Gärtner. Paula Beer hevur eisini høvuðsleiklutin í nýggja filminum hjá Christian Petzold, ”Reyður himmal”, sum Filmsfelagið sýnir 5. juni.
Eftir píning og lyfti um at bjarga foreldrunum, verður Stella ein smettari, Denunziantin, hjá Gestapo. Undir heitinum ”Greiferin” í Berlin sigur hon nazistunum frá um jødar, sum liva fjaldir í býnum.
Jerusalem Post vil í greinini "The poisonous blonde of Berlin: The controversial Stella Goldschlag story” (2017) vera við, at Stella hevur givið í minsta lagi 600 og kanska so nógv sum 3.000 fólk upp í hendurnar á Gestapo, tí tey vóru jødar.
Eftir kríggið vendi hon við og gjørdist kristin, men segði seg samstundis verða játtandi antisemittur. Hon druknaði 72 ára gomul í 1994. Tað eru tey, ið siga, at tað var av egnum vilja. Ljósasti partur í søguni um týsku Stellu er helst, at dótturin gerst sjúkrasystir og fer til Ísrael at virka.
“Stell eitt lív” verður at síggja í Havnar Bio mikukvøldið kl. 20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald