Uttanlands

Joe Biden á odda í Georgia

99 prosent av atkvøðunum eru taldar upp í statinum, har eingin demokratur hevur vunnið síðan 1992 – Vinnur Biden í Georgia kann hann kalla seg vinnara av forsetavalinum

Joe Biden (Mynd: EPA)

Joe Biden (Mynd: EPA)

2020-11-06 10:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í amerikanska statinum Georgia, har 99 prosent av atkvøðunum er taldar upp, er tað nú demokraturin Joe Biden, ið liggur á odda.

Bæði hann og republikanski forsetin Donald Trump hava fingið 49,4 prosent av atkvøðunum, men Biden hevur í løtuni 917 atkvøður meira enn Trump, skrivar tíðindastovan AP.

Støðan er í løtuni tann, at Joe Biden hevur 264 valmenn, meðan Donald Trump hevur 214. Fyri at vinna valið krevst 270.

Annars hava nógv vent eyguni móti statinum Nevada, har 84 prosent av atkvøðunum eru taldar upp. Har hevur Joe Biden eisini leingi verið á odda við einum prosentstigi. Nevada hevur seks valmenn, og er tað sostatt akkurát nóg mikið hjá demokratinum at vinna har fyri at koma upp á teir 270.

Í Georgia eru 16 valmenn, og vinnir Joe Biden teir, kemur hann upp á 280 valmenn, og gerst hann sostatt næsti amerikanski forsetin. Eingin demokratur hevur vunnið Georgia síðan 1992.

Talið á valmonnum hjá Trump er 50 færri enn hjá Biden, og skal sitandi forsetin vinna sær fýra ár afturat í Hvítu Húsunum, er neyðugt hjá honum at vinna North Carolina, Nevada, Georgia, Pennsylvania, og Alaska sum eru einastu statirnir, har valið, sambært AP, ikki er avgjørt.

Enn er ógreitt, nær endaliga úrslitið fyriliggur.

Dagførd kl. 11.03

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder