Uttanlands

Joe Biden ætlar at verða forseti

Varaforsetin hjá Barack Obama ætlar at verða forsetavalevnið hjá demokratunum í 2020

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-25 13:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi varaforsetin undir Barack Obama, Joe Biden, boðar nú frá, at hann fer at stilla upp til valið, tá demokratarnir skulu velja sítt forsetavalevni í 2020.

- Grundvirðini í tjóðini, okkara demokrati, alt sum hevur gjørt Amerika til Amerika, er í vanda, segði Joe Biden í sjónbandi, har hann boðaði frá síni luttøku.

76 ára gamli Joe Biden er nummar 20 í røðini, sum hava boðað frá, at tey ynskja at gerast forsetavalevni hjá demokratunum. Nøkur av hinum eru Senatorarnir Elizabeth Warren, Kamala Harris og Bernie Sanders.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder