Uttanlands

Joe Biden fær loyvi at byrja yvirtøkuna í Washington

Almennur stovnurin, GSA, hevur givið honum loyvi at fara undir at seta síni egnu fólk í umsitingina í høvuðsstaðnum

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-11-24 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Joe Biden kann nú formelt fara undir tilgongdina at taka yvir forsetaembætið í USA og fáa sína umsiting upp á pláss eftir sigurin á valinum 3. november.

Tað liggur fast, eftir at stovnurin, ið kallast General Service Administration, GSA, í einum brævi í gjár ásannar, at demokraturin Biden vann valið. Harvið sigur GSA eisini gott fyri, at Joe Biden kann fara í gongd við at seta síni egnu fólk í stjórnarskrivstovurnar í Washington.

Sitandi forseti, republikanarin Donald Trump, hevur enn ikki viðurkent, at hann tapti valið, og roynir framvegis at ógilda valúrslitini í fleiri av teimum statunum, hann tapti.

Tí hevur GSA higartil ikki latið pengarnar, sum skulu til fyri at embætisverkið kann koma upp á pláss.

Men tað hendir nú, eftir at leiðarin í GSA, Emily Murphy, í brævinum viðgongur, at Biden sær út til at hava vunnið forsetavalið.

Brævið frá GSA varð sent stutt eftir, at staturin Michigan váttaði, at Joe Biden hevði fingið flest atkvøður á valinum har. Sostatt tapti Trump enn eina roynd at ógilda úrslitið av valinum, skrivar Ritzau.

Trump hevur eftir øllum at døma góðtikið at GSA nú skrivar til Biden.

Í einum uppslagi á Twitter heitir forsetin á Emily Murphy og hennara fólk um at gera tað, ið er best fyri at seta tilgongdina í verk.

- Eg vil fegin takka Emily Murphy í GSA fyri hennara trúfasta arbeiði og trúskapin mótvegis okkara landi. Hon er niðurgjørd, hótt og misnýtt – og eg ynski ikki at slíkt skal henda fyri hana, familju hennara ella starvsfólk á GSA, skrivar Trump uttan at koma nærri inn á, hvat hann sipar til.

- Okkara mál er enn tað sama. Vit fara at halda fram við stríðnum, og eg trúgvi, at vit fara at sigra. Hóast tað – og fyri landsins besta – mæli eg til, at Emili og hennara fólk gera, tað, ið gerast skal viðvíkjandi siðareglunum, og eg havi biðið míni fólk um at gera tað sama, skrivar Trump.

Trump hevur, síðan fleiri miðlar staðfestu, at Joe Biden vann valið, sagt, at valsvik fór fram í fleiri av statunum, har úrslitið koppaði til fyrimuns fyri Biden.

Joe Biden tekur við forsetaembætinum 20. januar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder