Bernie hevur verið favoritturin í eina tíð. 78-ára gamli senatoruruin tapti í 2016 fyri Hilary Clinton, men nógv hevur bent á, at hann hesaferð fer at gerast demokratiskt forsetavalevni,
Bernie Sanders er framevegis favorittur, men Joe Biden, ið er eitt ár yngri, vann meginpartin av statinum á "Super Tuesday", har 14 statir hava sítt undanval. Tað er ikki heilt liðugt upptalt allastaðni enn, men alt bendir á, at Biden vinnur í níggu statum.
Fyrrverandi varaforsetin vann í North Carolina, Virginia, Alabama, Oklahoma, Tennessee, Minnesota, Massachusetts (heimstaturin hjá einum av mótvalevninum, Elizabeth Warren) og Arkansas. Í nógvum av hesum statinum er meginparturin av veljarunum littir, og hetta verður mett at vera ein stórir fyrimunir hjá Biden:
- Ein kann ikki gerast demokratiskt valevni - og heldur ikki vinna nakað forsetaval sum demokratir - um ein ikki megnar at tekkjast svørtum veljarum. Hetta megnar Bernie Sanders framvegis ikki, og tað er ein av orsøkunum til, at leiðslan í demokratiska flokkinum sær meira í Biden enn Bernie
Hetta sigur Mirco Reimer-Elster, ið er korrespontur og analytikari hjá TV2 í USA.
Umframt teir nevndu statirnar omanfyri stendur Biden til at vinna Texas, ið er næststørsti statur á Super Tuesday. Hann gevur 228 valfólk. Tað var ikki væntað, at 77-ára gamli sakførarin fór at vinna har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald