Demokraturin Joe Biden verður næsti forseti í USA. Tað er greitt sambært tíðindastovuni AP, eftir at hann hevur vunnið statin Pennsylvania. Stutt eftir varð boðað frá, at hann eisini hevði vunnið í Nevada.
Sostatt hevur hann tryggjað sær 26 valmenn afturat sum gevur honum tilsamans 290 – væl omanfyri teir 270, ið skulu til fyri at vinna valið.
Sitandi forsetin, Donald Trump, hevur framvegis 214.
Donald Trump hevur tó áður lagt demokratarnar undir at fremja valsvik, og hevur hann tosað um at taka málið upp í Hægstarættinum. Í Pennsylvania verður talt upp av nýggjum, um har er minni enn 0,5 prosent á muni millum valevnini. Sambært AP er Joe Biden tó 0,51 prosent frammanfyri.
Bíðað hevur verið við spenningi í fleiri dagar eftir úrslitinum, meðan arbeitt hevur verið við at telja methøga talið av atkvøðum.
Um tølini hjá AP eru røtt, kann Joe Biden skjótt kalla seg 46. forsetin í USA, og gerst Kamala Harris bæði fyrsti kvinnuligi og fyrsti litti varaforsetin í amerikanskari søgu.
Dagførd kl. 17.31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald