Uttanlands

Joe Biden koppsettur í beinleiðis sjónvarpi

Heitir á landsmenn sínar um at lata seg koppseta

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2020-12-22 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi amerikanski forsetin, Joe Biden, ger sítt til at geva fólki álit á, at nýggja koppsetingin móti korona, er trygg. Í gjár lat hann seg koppsseta í beinleiðis sjónvarpi.

Fyri rullandi myndatólum smoygdi hann ermarnar upp, og varð stungin í armin. Hetta hendi í heimstatinum, Delaware.

Biden heitir nú á landsfólk síni um at taka ímóti koppsetingini, tá tey fáa tilboðið. Hann leggur dent á, at einki er at óttast fyri.

78 ára gamli komandi forsetin, og kona hansara, Jill Biden, fingu bæði koppsetingina frá heilivágsfyritøkunum Pfizer og BioNTech.

Tey skulu prikast aftur um tríggjar vikur.

Aðrir leiðandi politikarar, teirra millum Mike Pence, varaforseti, og Mitch McConnel, politiskur leiðari hjá demokratunum í senatinum, vórðu koppsettir í farnu viku.

Leiðandi amerikanski serfrøðingurin í smittusjúkum, Anthony Fauchi, hevur heitt á allar politisku leiðararnar í USA um at lata seg koppseta av trygdarávum.

USA er tað landið í heiminum, sum – í tølum – hevur flest smittað og deyð við korina. Næstan 18 milliónir av teimum 330 milliónum fólkunum í landinum eru smittað í ár. 318.000 av teimum liva ikki meira.

Pfizer-koppsetingin varð góðkend í USA í undanfarnu viku. Í gjárkvøldið gav ES-nevndin sína góðkenning av somu vaksinu. Ein onnur koppseting, frá amerikansku heilivágsfyritøkuni Moderna, varð góðkend í USA í síðstu viku.

Evropeiski heilivágsstovnurin EMA hittist aftur 6. januar fyri at koma við síni niðurstøðu av Moderna-vaksinuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder