Í gjárkvøldið tosaði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson fyri fyrstu ferð við nývalda amerikanska forsetan, Joe Biden, upplýsir bretska stjórnin.
Millum tey evni, sum vórðu umrødd vóru covid-19 koppingarevni, mannarættindi, samstarv í Nato og veðurlagsbroytingar. Teir báðir samdust eisini um at styrkja sambandið millum USA og Stórabretland.
Eisini varð boðað frá, at Biden og Johnson umrøddu fyrimunir við einari møguligari fríhandilsavtalu millum londini, nú Stórabretland ikki longur er partur av ES.
Teir báðir leiðararnir søgdu eisini, at teir vónaðu at kunna hittast skjótt, skrivar Ritzau.
Um samrøðuna skrivaði Boris Johnson soleiðis á Twitter í gjárkvøldið:
– Frálíkt at práta við Joe Biden forseta í kvøld. Eg síggi fram til at styrkja langtíðarsambandið millum lond okkara, tá tað kemur til eina grøna og burðardygga grøðing eftir koronafarsóttina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald