22 og eitt hálvt ár í fongsul er ein hóskandi revsing til fyrrverandi løgreglumannin Derek Chauvin, sum er dømdur fyri at hava dripið litta mannin George Floyd.
Tað heldur amerikanski forsetin, Joe Biden.
– Eg kenni ikki allar umstøðurnar, men fyri meg sær tað út sum ein hóskandi revsing, segði hann, eftir at revsingin varð ásett í gjárkvøldið okkara tíð.
Les eisini: Derek Chauvin fekk 22 og eitt hálvt ár
Sambært Ritzau arbeiðir Joe Biden nú við at fáa samtykt eina lóg, sum skal gera ábøtur á løgregluøkinum. Lógin skal uppkallast eftir George Floyd.
Lógaruppskotið varð samtykt av Umboðsmannatinginum í mars. Uppskotið skal m.a. gera tað ólógligt hjá løgreglufólki at taka um hálsin á fólki undir einari handtøku, og gera tað møguligt at skráseta tænastumisbrot hjá løgreglufólki, skrivar CNN.
Men tað kann kortini gerast trupult at fáa uppskotið endaliga samtykt. Tí meðan demokratarnir hava meirilutan í Umboðsmannatinginum, krevur tað undirtøku frá republikanarunum, um uppskotið eisini skal samtykjast í Senatinum, har báðir flokkar hava 50 umboð.
Fyri at fáa uppskotið samtykt krevur tað 60 atkvøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald