Uttanlands

Joe Biden stendur til at vinna

Men Trump hevur framvegis 10 prosent møguleika fyri at vinna, vísir netmiðilin FiveThirtyEight á

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-11-03 09:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Demokraturin Joe Biden stendur til at vinna forsetavalið í USA í dag sambært veljarakanningunum.

Men netmiðilin FiveThirtyEight, sum júst hevur kunngjørt seinastu veljarakanningina sigur, at stutt er frá einum stórsigri til Biden til eitt eitt spennandi og tætt val.

Men Biden førir greitt í veljarakanningini, og sannlíkindini fyri at Trump verður afturvaldur í dag eru einans um 10 prosent, vísir miðilin á.

Í grein í dag skrivar FiveThirtyEight, at Joe Biden í dag hevur størri leiðslu á Trump, enn Hillary Clinton hevði fyri fýra árum síðani. Veljarakanningarnar fyri fýra árum síðani vístu, sum kunnugt, eisini á, at demokratiska forsetavalevnið fór at vinna.

Sagt verður tó, at Trump ikki stendur seg væl í sokallaðu svingstatunum, og í eru so nógv størri sannlíkindi fyri, at Biden fer við sigrinum tá talt er upp.

Talknúsarin Nathan Silver, sum hevur FiveThirtyEight leggur dent á, at tað, hóast veljarakanningarnar, væl kann henda, at Trump vinnur valið. Hansara møguleikar eru 10 prosent – ikki null, vísir hann á.

Forsetavalið í dag snýr seg um at finna 270 av 538 valmonnum, sum í síðsta enda gera av, hvør skal gerast forseti. Tí er framvegis stórur spenningur til valið, og serliga í sokallaðu svingstatunum, har illa ber til frammanundan at siga, hvønn veg úrslitið fellur.

Svingstatirnir eru Florida, Pennsylvania, Texas, North Carolina, Georgia, Wisconsin, Ohio, Arizona, Iowa, Michigan, Minnesota og Nevada.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder