Í januar varð boðað frá, at elsti dómari í amerikanska hægstarættinum, 83 ára gamli Stephen Breyer, gevst eftir 27 ár sum hægstarættardómari, og í gjár boðaði amerikanski forsetin, Joe Biden frá, at hann hevði valt 51 ára gomlu Ketanji Brown Jacksonn at yvirtaka sessin í hæstarættinum.
– Ketanji Brown Jackson er ein av hvassastu løgfrøðingunum í USA, sum fer at verða ein framúrskarandi dómari í hægstarættinum, sigur Joe Biden.
Tíðindafundur í Hvítu Húsunum fríggjadagin (Mynd: EPA)
Tilnevningin av einum hægstarættardómara skal nú góðkennast av Senatinum, har demokratar í løtuni hava meiriluta. Níggju dómarar eru í hægstarættinum, og seks teirra eru konservativir, meðan tríggir eru liberalir.
Ein hægstarættardómari situr fyri lívið, ella inntil hann velur at fara á pensjón. Seinasta útskiftingin í hægstarættinum var í oktober, tá Senatið, sum tá hevði republikanskan meiriluta, góðkendi Amy Coney Barret, sum táverandi forsetin, Donald Trump hevði tilnevnt fyri Ruth Bader Ginsburg, sum andaðist í september sama árið.
Ketanji Brown Jackson er samveldisdómari í einum kærudómstóli í Washington D.C. Verður hon góðkend, verður hon fyrsta afroamerikanska kvinnan at sita í amerikanska hægstarættinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald