Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Joe Biden, loysir nú fyri posabandinum og mælir til at Donald Trump verður fyrdur fyri ein ríkisrætt.
Joe Biden, sum roynir at gerast forsetavalevni fyri demokratiska flokkin, hevur nú gjørt viðmerkingar til nýggjasta kjakið í amerinakskum politikki.
- Hann skaðar okkara stjórnarskipan. Við gerðum og orðum sínum ger Trump seg sekan. Við at forða fyri rættvísi og nokta at svara fyrispurningum frá kongressini, hevur hann longu dømt seg sjálvan, sigur Joen Biden.
Hetta er fyrsta ferðin, at undanfarni varaforsetin úttalar seg um málið.
Í eini røðu í gjár segði Biden, at Trump í ”eygunum hjá amerikanarum og heiminum hevur svikið sín forsetaeið og framt gerðir, ið eiga at verða kannaðar av einum ríkisrætti”.
- Um okkara stjórnarskipan, okkara fólkaræði og okkara grundleggjandi rættvísi kann varðveitast, eigur hann at verða førdur fyri ein ríkisrætt, segði Biden.
Trump svaraði straks aftur á Twitter við at kalla Biden við eyknevni.
So pathetic to see Sleepy Joe Biden, who with his son, Hunter, and to the detriment of the American Taxpayer, has ripped off at least two countries for millions of dollars, calling for my impeachment - and I did nothing wrong. Joe’s Failing Campaign gave him no other choice!
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) October 9, 2019
- So ússaligt at síggja ’Sleepy Joe’, sum við soninum Hunter hevur skatt amerikanskar skattaborgarar og rænt minst tvey lond fyri milliónir av dollarum, biðja um at fáa meg fyri ein ríkisrætt – og eg gjørdi onki galið, skrivar Trump á Twitter.
Týsdagin vísti forsetin eisini aftur, at hann ætlar at samstarva við ein ríkisrætt.
- Forsetin hevur ikki gjørt nakað skeivt, og tað vita Demokratarnir, segði miðlaumboðsfólkið, Stephanie Grisham, í útsøgnini frá forsetanum.
Ukreine-málið byrjaði, tá ein varskógvari í amerikansku fregnartænastuni kærdi seg um hvussu Trump hevði verið mótvegis Ukreina og kallaði tað valdsmisnýtslu.
Ein av spurningunum er, um Trump hevur roynt at trýsta forsetan í Ukreine, Volodomir Zelenskij, til at finna óreinsku um Joe Biden og sonin Hunter Biden.
Hunter Biden sat í nevndini fyri eitt orkufelag í Ukreina, meðan pápin sum varaforseti og harvið hevði ávirkan á amerikanska politikkin mótvegis Ukreina.
Samstundis sum telefonsamrøðurnar vóru, helt Donald Trump amerikanskan hernaðarstuðul til Ukreina aftur. Hann hevður tó víst aftur, at hetta var gjørt í eini roynd at leggja trýst á landið.
Ríkisrættur – ”impeachment” – er ikki heilt tað sama í USA sum á okkara leiðum. Í USA eru tað politikarar, sum døma í ríkisrætti, ikki dómarar og løgfrøðingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald