Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Joe Biden, hevur nú tryggjað sær tað neyðuga talið av valmonnum, sum krevst fyri at gerast endaliga valevnið hjá demokratunum, sum skal bjóða Donald Trump av í heyst.
77 ára gamli Biden hevur nú, sambært fleiri amerikonskum miðlum, tryggjað sær í minsta lagi 1991 valmenn, sum er tað talið, ið krevst.
– Eg ætli mær at brúka hvønn dag millum nú og 3. november at stríðast fyri amerikanskar røddir um alt landið, so vit saman kunnu vinna stríðið um sálina hjá hesari tjóð, skrivar hann á Twitter.
Talan er tó bert um ein symbolskan sigur, av tí at allir kappingarneytar hansara langt síðani hava tikið seg úr valstríðnum.
Týsdagin varð skipað fyri undanvali í sjey amerikonskum statum, og tað var tá, at Biden tryggjaði sær tað neyðuga talið av valmonnum. Orsakað av koronafarsóttini, var talan um talgilda atkvøðugreiðslu, og tók tað tí fleiri dagar at telja upp, skrivar Jyllands-Posten.
Fyrrverandi varaforsetin hjá Barack Obama hevur í fleiri mánaðir verið roknaður sum endaliga demokratiska valevnið, síðan Bernie Sanders tók seg úr valstríðnum 8. apríl. Tó valdi hann at vera verðandi á atkvøðuseðlunum fyri at savna flest møguligar valmenn og harvið tryggja sær størri ávirkan á demokratiska politikkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald